Tuesday, 19 November 2013

Kornorðabók

Akur= Kornvelta
Tvísáldað=(Um mjøl) Sáldaður tvær ferðir
Fræ= Búgvið plantuegg ið ber í sær evni til nýggja plantu, frækorn, sáðkorn
Líggjasnubba= Gamalt slitið líggjablað
Sigd= Akurknívur
Legd=(Í akurskurði) ein hond av nýskornum korni(hálmi og øksum)
Dái= Slekt í varrablómu ætt(lokplantur)
Strúgva= Reinsa gras og strúgva burtur úr hálmi.
Kornbendil=(Av snaraðum hoyggi) at binda bundi við
Hoybendil= Bendil snaraður úr hoyggi(at klíggja sátu el. Sátubarn við)
Skrúgv= Tólv(el. Sekstan) kornbundi sett saman
Sornhús= Hús til at turka korn í
Sornker= Rúm undir sornspølunum í sornhúsi
Sornspølur=( Í sornhúsi) ein av spølunum  at turka korn á
Strála= Leggja hálm á spølirnar á sorninum(undir øksini)
Sorntorv= Serliga gott torv til sorneldin
Avlating= Tað at lata av(sorni), tá sornurin var turrur
Treskja= Nøgd tresk í senn, so hvørt ein treskjan var liðug og sópað yvir eitt hornið var tikið niður av aftursorninum
Tíningartrog= Trog til at tína kornið við
Tína= Skilja dumbu frá korni( í tíningartrogi)
Lættikorn= Korn ið ikki er fullmatað

Mia, Harry og Rasmus


Wednesday, 13 November 2013

                                  Tá kornið skuldi sáðast



                                                    Fyrst skuldi stykkið saksast



                                         Søguskattar





Søguskattarnir eru teir skattirnir ið vit hava lagt út runt í Hoydølum. Tað allar fyrsta vit gjørdu var at deila okkum í fleiri bólkar og finna/velja eina søgu um eitt stað niðri í Hoydølum, har vit so skuldu skriva um hesar søgurnar eins og umseta tær til 3 ymisk fremmandamál. Tá ið vit høvdu gjørt tað, koyrdu vit søgurnar í eina erkju, sum er tann í er á myndini uppi yvir, har vit frá hvørjum bólki skuldu leggja ymisk ting frá okkum sjálvum í. Tingini sum vit koyrdu í erkjurnar eru til tey sum finna skattirnir við at fara inn á geocaching.com, har tey so kunnu taka tingini, við tí kravið, at tey skulu leggja okkurt í aftur fyri hvørt ting tey taka.  Eins og hesir smálutirnir, skuldu vit leggja eina bók í, ella eina ”gestabók” so at siga, har ið tey ið finna skattin kunnu skriva eina heilsan og skriva hvat dato ið tey funnu skattin.
Tá erkjurnar vóru klárar fóru vit út við hvør sínari skattaerkju og løgdu hana eitt stað, har ið søgurnar hóska til ella eru bundnar saman við.  

                                          Fortelja søgur




                                   Tá vit høvdu bakað drýl var søguforteljing á skránni



Oyrini vóru spílaði út fyri at fáa alt við


Onkur var eitt sindur bangin, tí søgurnar gjørdist óhugnaligari og óhugnaligari

                                 Tíð var eisini til hugna






               Nakrar vakrar myndir av Gomlu Hoyvíkini









                          Eitt sindur meira um líggjan



Hvar fer sálin, tá lívið á fold brátt endar? Er lívið lagt framman undan? Munna ókendar kreftir millum kosmos og kaos stýra okkara lívi? Er lagnan loygd framman undan? Hesar spurnigar hevur menniskja altíð grundað yvir.

Ray Bradburry roynir at svara hesum spurningum í stuttsøguni "Líggin". Søgan snýr seg um eitt fátakt húski. Tey eiga ikki so mikið sum eitt klovið oyra. Vegna teirra armóð verða tey noydd at fara frá húsi og heimi. Tað einasta tey hava eftir er bilurin. Í fleiri dagar  koyra tey uttan mið og mál. At enda koma tey til ein garð. Konan biður mann sín fara at bidda um ein lítlan bita, tí børnini eru vorðin so svong. Maðurin, Drew, fer síðani at bidda, men komin inn í húsið finnur hann ein deyðan mann. Á køksborðinum liggur ein seðil, á honum stendur at deyði maðurin letur húsið og ogn sína til tann fyrsta, ið kemur fram á húsið. Húskið ger so av at flyta inn. Uttanfyri garðin er ein gyltur kornakur. Maðurin ger av at fara út at skera kornið, men hvørja ferð hann slær, rotnar tað. Maðurin heldur hetta verða ógvliga løgið, tí tá hann sker, hoyrir hann hvin og skrýggj. At enda finnur hann útav, at líggi hansara er deyðin, og at stráini eru menniskju. Sostatt ger maðurin av, nær fólk skula doyggja.

Søgan er skrivað í 3. persóni. Forteljarin er alvitandi. Tað kundi verið, at forteljarin er kosmos og kaos krefturnar, ið ráða yvir alheiminum. Forteljarin veit alt, ið hendir, áðrenn tað søgan tekur form. Allatíð verður lagt upp til ein óhugnaligan enda, og søgan berur brá av mystikki.
Spenningurin byggist upp, sum søgan tekur skap. Fyrst hevur søgan heldur syrgiligt huglag, húskið er fátækt. Síðani gerst tað óhugnaligt, tá Drew finnur deyða mannin, eisini tá hann fær líggjan. Eftir hetta gerst huglagið hugnaligari, tá korini hjá húskinum alsamt gerast betri.

Líggin hevur gjøgnum øldir symboliserað deyða. Líggin er jú amboðið, ið verður nýtt at kvetta stráð av við. Samstundis týðir hann eisini lív, líggin er jú alneyðugur fyri at menniskja skal kunna breyðføða seg. Í stuttsøguni hjá Ray Bradburry týðir líggin beinleiðis deyða, hann er amboðið, ið verður nýtt at kvetta øksini við, so tey menniskju, hvørs síðsti tími er komin kunna fara hiðani frá. Vit síggja jú, at tá maðurin noktar at skera akurin, doyggja menniskjuni ikki. Millum annað liggja kona og børn hansara í koma, tá tey áttu at latið lív í eldinum. Maðurin vil ikki skera akurin, tí hann vil ikki gera av hvør skal doyggja ella ikki. Tó er ein hægri makt, ið stýrir honum. Hann fær ikki latið vera. Út frá hesum kunna vit staðfesta, at Ray Bradburry heldur, at jacta alea est - terningurin er kastaður. Í hesum orðum liggur, at menniskjans lagna er løgd framman undan, har eru kosmos og kaos kreftir, ið stýra tess lívi. Also, er lagnan hjá Drew løgd framman undan. Sostatt var tað allatíðina ætlað, at hann skuldi geras ein persónsgerðing av deyðanum.

Kornið í stuttsøguni symboliserar alla menniskja ættina. Eitt aks verður ofta sett í samaband við lív og frugtbærheit, tí kornsins lívssyklus er tann sami, sum hjá einum menniskja. Fyrst er kornið eitt fræ, eins og menniskja er sáð. Eftir hetta grør aksið, eins og menniskja fer í gjøgnum tey 4. stadini: barn, tannáringur, vaksin og gamal. Síðani doyr tað og rotnar í moldini. Rotnaða holdið skapar gróðrarbotn, so nýtt lív aftur kann spíra.Vit síggjA jú, at heimurin steðgar upp og legst í djúpan dvala, tá Drew noktar at skera kornið. Hetta fær lesaran at hugsa, at deyðin er alneyðugur fyri at javnvágur skal ráði í alheiminum. Sostatt eru hægri kreftir, ið ráða millum kosmos og kaos.



Skrivað hava: Jóna, Bjørt og Anna Malan

                                               líggin 


Bólkur 4 (Bjørk og Sissal): “Líggin” hjá Ray Bradbury. Gerið fyrst ein stuttan samandrátt av søguni.



Stuttsøgan “Líggin” eftir Ray Bradbury er um eina familju, ið av óvart kemur til ein bóndagarð. Maðurin í familjuni ætlar inn í bóndagarðin at bidda, men finnur ein deyðan mann við einum líggja undir liðini á sær. Á líggjanum stendur skrivað : “HANN SUM VALDAR MÆR, VALDAR HEIMIN”. Umframt hetta, liggur eitt bræv, har deyði maðurin letur honum, sum finnur hann, garðin og allar ognir hansara. Maðurin og familja hansara flyta inn, og liva væl av tilfeingi garðsins.
Á garðsins øki, er ein kornakur. Kornakurin er stórur, og óansæð hvussu nógv maðurin slær hann, er alt voksið upp aftur dagin eftir.
Ein dagin tá maðurin slær akurin við líggjanum, hoyrir hann rødd mammu sína. Hann skilur, at líggin og kornakurin eru ikki vanligir. Hann skilur, at líggin er Líggin hjá Deyðanum, og at hvørt aks umboðar eitt mannalív. Tá maðurin finnur útav hesum, noktar hann at sláa akurin. Eina nátt stendur hann í akrinum og slær. Hann veit ikki hvussu hann er komin út hagar. Hann leggur til merkis, at húsini hjá honum standa í ljósum loga. Tá eldurin er fánaður leggur hann til merkis, at familja hansara ikki er deyð.. men tey eru eiheldur livandi. Tey eru í limbo. Hann veit, at hann noyðist at sláa akurin, til tess at loyva teimum, og øllum øðrum, úr limbo. Hann slær akurin, og jarðar familju sína. Eftir hetta slær hann akurin alt samdøgrið. Hetta merkist í Bikini, Hiroshima o.s.fr.

Lýsið hvussu rithøvundurin nýtir kornið, akurin og líggjan sum symbol og mytu.

Rithøvundurin nýtur kornið sum eitt symbol uppá mannalív, akurin sum eitt symbol uppá heimin, og líggjan sum eitt symbol uppá deyðan. Hann tekur støði í mytuna um Thanatos, ella “manden med leen”, men heldur enn at gera hann ómenniskjaligan og kaldan, ger Ray Bradbury deyðan menniskjaligan og “vanligan”.
Hann ger hann til ein persón, heldur enn eina mytu. 

Veltingar royndarstøð





Í 1927 var ein korn - veltingar royndarstøð í 'Gomlu Hoyvíkini', sum hon verður nevnd í dag. Hoyvíkin er broytt nógv síðan tá. Har vóru ikki nær við líka nógv hús og fólk sum í dag. Tað var har, í kúrrdali, at korn blivu velt. Tað vóru tey serføroysku kornini 'Tampar' og 'Sigurd', ið blivu velt. Sum tíðin leið, steðgaðu føroyingar við at velta korn. Tað var miðskeiðis í 1900 talinum at føroyingar steðgaðu við at velta korn regluliga. Íslendingar hava eisini velt Tampar og Sigurd. Íslendingar steðgaðu við at velta longu í 1300. Í 1930 byrjaðu Íslendingar spakuliga aftur, og í 1981 vóru teir av álvara byrjaðir at velta aftur. Teir hava 'varveitt' Tampar og Sigurd fyri føroyingar síðan tá. Í dag verður tosað um eina møguliga royndarverkætlan, har bóndir skulu velta korn at geva djórunum hjá sær. Hetta hevði verið ein góður máti at lækka um útreiðslur av fóðuri.

Heilsan,
Pætur, Jósef, Rasmus, Hallur, Harry og Teitur


                                                           Kornvelting


Her eru vit í Gomlu Hoyvíkini og Regin stendur og greiðir okkum frá, hvussu vit skulu gera, tá ið vit taka kornini upp.
Tá ið kornið var tikið upp við legginum, varð tað sligið við einum lýggja, so tað loysnaði frá rótini. Eftir hetta tóku vit leysu aksini upp og samlaðu tey í buntir. Aftaná savnaðu vit øll buntini saman, til tess at lætna um arbeiðið hjá Regini at fáa øll aksini inn í hoyggjhúsið. 





Vit byrjaðu við at fara niðan í hoyggjhúsið eftir aksabuntunum. Síðan fóru vit oman í Húsagarð. Har fóru vit í bólkar til tess at toga ovasta partin av aksanum, ið er sjálvu kornini, av. Síðani sleptu vit kornini á ein plastikposa, sum lá á gólvinum. Eftir hetta brúktu vit ein gassa, fyri at treskja (loysa) sjálvu kornini frá aksunum. Tá hetta varð gjørt, nýttu vit eina sílu og eitt týningartrog, fyri at skilja kornini frá restini, ið ikki skuldi nýtast.
















Nú var klárt at mala kornið. À myndini síggja vit eina kvørn, har vit koyrdu korni í eygað (ið er holið í miðjuni á ovara steininum) Tá vit so maldu við kvørnini, kom tað malda kornið út gjøgnum síðuna, tá kornið var liðugt malt, samlaðu vit tað í einum ílati. Eftir hetta var kornið klárt at nýta til baksturin av dríli.

Tá lærdu vit gátuna: ”Hvat er tað sum etur gjøgnum eygað og spýr gjørgnum síðuna”.
Vøgguvísan ”Rura rura barnið” lýsir sera væl hesa hending,
- Rura, rura barnið, grýtin stendur í jarni,
mamman situr og treskjir korn
pápin blæsur í lúðurhorn,
systur seymar klæðir upp á    barnið, vil ikki barnið tiga.
Tak í legg, slá í vegg,
so skal barnið tiga.

Mamman situr nevniliga og treskjir korn, og pápin blæsur í (úr) lúðurhorn. Hettar merkir at pápin blæsur tað lidna kornið úr hornunum á trærammuni, sum er rundan um kvørnuna. Tað sæst á myndini omanfyri.





Kynt verður upp í kolkonfýrinum, so hann er heitur til baksturin. Á myndini síggja vit drýlin, sum liggur á pannuni. Á hinari myndini síggja vit staðið, har tey í gomlum døgum goymdu torvið, sum var brúkt til at kynda upp í ovninum.




















Vit byrjaðu við at gera deiggið til drílin, sum síðan varð hann steiktur á pannuni. Meðan drílurin lá á pannuni, og vit øll bíðaðu spent eftir at smakka, sótu vit og søgdu frá hvør sínari áhugaverdu sagnum, sum vit høvdu fingið uppgáva til at siga frá.


Tá ið drílurin var liðugur, fingu vit øll ein smakk av leskiliga drílinum og eisini var møguleiki fyri at koyra smør ella súltutoy oman á.







Skrivað hava: Katarina, Guðrið, Lív og Anna H

                                                Tey standa og vagga og tráa
H.A. Djurhuus


Í samband við verkætlanina hava vit lisið ymsan skaldskap, ið hevur við kornvelting at gera. Millum annað kunna vit nevna "Tey standa og vagga og tráa" hjá H.A. Djurhuus.
Í yrkingini er nógv myndamál. Vit fara nú í stuttum at greiða frá, hvat tær ymsu planturnar hava at týða.

Øksini: Øksini týða tann stóra mongdin av menniskjum, ið einans vilja vera eins. Tey eru bangin fyri at skilja seg út úr mongdini. Í bókini "Heimurin hjá Suffíu" tekur Jostein Gaarder hetta evnið upp. Hann samanber heimin við eina kanin, ið verður togað úr einum hatti. Á kaninuni búgva smáar verður (menniskju). Hesar verður deilir hann í tveir bólkar. Tað eru tær verður, ið klúgva út á endan á hárinum á kaninini. Tær tora at vera ørðvísi. Í hinum bólkinum eru tær, ið einans balla seg djúpt niður í tann trygga, heita pelsin. Tær eru bangnar fyri at vera ørðvísi. Øksini í sanginum hjá H.A. Djurhuus tora ikki at vera ørðvísi, tey eru sum tær bangnu verðurnar.
Dáin: Dáin stendur fyri øllum, ið ørðvísi er. Hann er kendur fyri at vera sera óynskt ókrút, eisini er hann óynsktur í millum øksini. Tey siga, at Dáin sýgur øll føðlsusøltini, ið tey skula liva av. Av tí sama gera tey alt, fyri at gera livikorini hjá Dáanum so vánalig sum gjørligt. Sostatt týna tey, tann ið ørðvísi er. Hetta kann vera, tí tey øvunda vakurleika dásins. Hann verður í yrkingini lýstur sum vakur og bjartoygdur.
Akurin: Akurin symboliserar heimin. Ein akur er jú gróðrarbotnurin fyri lívi. Har kunnu fræ festa sínar røtur, bera ávøkst eins og heimsins mannabørn hava gjørt gjøgnum øldir, og henda lívsins ½gongd fer at halda á í allar ævir.

Boðskapurin við yrkingini: Við hesu yrking vil H.A. Djurhuus siga, at hóast summi eru ørðvísi, so skula tey ikki haldast uttanfyri. Øll menniskju eru fødd fræls og javnlík, sostatt hevur eingin rætt at niðurgerða nakran. Øll eru líka nógv verd. 

Her er yrkingin, um tit hava hug at lesa:
“Tey standa og vagga og tráa, 
á akrinum stadnandi øks, 
og deila hin bjartoygda dáa, 
sum upp millum teirra vøks. 

Vit áttu at plágað og pínt teg 
og altíð at stungið tær skør, 
vit áttu at køvt teg og týnt teg, 
tú stendur á okkara jørð. 

Og alla tøðuna átst tú 
og royndi at gera mein, 
og altíð so prangandi stóðst tú – 
Tú voldi, at vit eru sein.” 

"Men dáin stendur í iva, 
og hann hevur ymsan lit: 
“Eg havi væl loyvi at liva 
her líka so væl sum tit.” 

“Tá verða tey øks at tagna, 
tí tað segði dáin satt: 
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, 
og hvør eigur lívsins rætt!” 



Heilsan,
Bjørt, Jóna og Anna Malan

Vælkomin á kornbloggin hjá 12.b





                                                                    Hey kæri lesari!

Fyrst og fremst vilja vit fegin bjóða tær vælkomnan á okkara kornblogg. Vit eru eru ein studentaskúlaflokkur (12b), sum hevur havt eina verkætlan um korn. Vit hava bæði velt, sátt og skorið korn. Vit endaðu okkara verkætlan við at baka drýl og siga søgur í Gamla Hoyvíksgarði. Í hesum sambandi hava vit valt at gera ein blogg, har vit greiða frá hvussu korn verður velt. Vit vilja gjarna varpa ljós á henda veltingar hátt, áðrenn hann verður gloymdur her í Føroyum. Í gomlum døgum hevði hann nógv at siga, hóast korn ikki er lættasti gróður at fáa at veksa í Føroyum.

Vinarliga,
næmingarnar í 12b