Kornvelting
Her
eru vit í Gomlu Hoyvíkini og Regin stendur og greiðir okkum
frá, hvussu vit skulu gera, tá ið vit taka kornini upp.
Tá ið kornið var tikið upp við legginum, varð tað sligið við einum lýggja, so tað loysnaði frá rótini. Eftir hetta tóku vit leysu aksini upp og samlaðu tey í buntir. Aftaná savnaðu vit øll buntini saman, til tess at lætna um arbeiðið hjá Regini at fáa øll aksini inn í hoyggjhúsið.
Tá ið kornið var tikið upp við legginum, varð tað sligið við einum lýggja, so tað loysnaði frá rótini. Eftir hetta tóku vit leysu aksini upp og samlaðu tey í buntir. Aftaná savnaðu vit øll buntini saman, til tess at lætna um arbeiðið hjá Regini at fáa øll aksini inn í hoyggjhúsið.
Vit byrjaðu við at fara niðan í
hoyggjhúsið eftir aksabuntunum. Síðan fóru vit oman í Húsagarð. Har fóru vit í
bólkar til tess at toga ovasta partin av aksanum, ið er sjálvu kornini, av.
Síðani sleptu vit kornini á ein plastikposa, sum lá á gólvinum. Eftir hetta
brúktu vit ein gassa, fyri at treskja (loysa) sjálvu kornini frá aksunum. Tá
hetta varð gjørt, nýttu vit eina sílu og eitt týningartrog, fyri at skilja
kornini frá restini, ið ikki skuldi nýtast.
Nú var klárt at mala kornið. À myndini síggja vit
eina kvørn, har vit koyrdu korni í eygað (ið er holið í miðjuni á ovara
steininum) Tá vit so maldu við kvørnini, kom tað malda kornið út gjøgnum síðuna,
tá kornið var liðugt malt, samlaðu vit tað í einum ílati. Eftir hetta var
kornið klárt at nýta til baksturin av dríli.
Tá lærdu vit gátuna: ”Hvat er tað sum etur gjøgnum eygað og spýr gjørgnum síðuna”.
Vøgguvísan ”Rura
rura barnið” lýsir sera væl hesa hending,
- Rura, rura barnið, grýtin stendur í jarni,
mamman situr og treskjir korn
pápin blæsur í lúðurhorn,
systur seymar klæðir upp á barnið, vil ikki barnið tiga.
Tak í legg, slá í vegg,
so skal barnið tiga.
Mamman situr nevniliga og treskjir korn, og pápin
blæsur í (úr) lúðurhorn. Hettar merkir at pápin blæsur tað lidna kornið úr
hornunum á trærammuni, sum er rundan um kvørnuna. Tað sæst á myndini omanfyri.
Kynt verður upp í kolkonfýrinum, so hann er heitur
til baksturin. Á myndini síggja vit drýlin, sum liggur á pannuni. Á hinari
myndini síggja vit staðið, har tey í gomlum døgum goymdu torvið, sum var brúkt
til at kynda upp í ovninum.
Vit
byrjaðu við at gera deiggið til drílin, sum síðan varð hann steiktur á pannuni.
Meðan drílurin lá á pannuni, og vit øll bíðaðu spent eftir at smakka, sótu vit
og søgdu frá hvør sínari áhugaverdu sagnum, sum vit høvdu fingið uppgáva til at
siga frá.
Tá ið drílurin var liðugur, fingu vit øll ein smakk av leskiliga drílinum og
eisini var møguleiki fyri at koyra smør ella súltutoy oman á.
Skrivað hava: Katarina, Guðrið, Lív og Anna H
No comments:
Post a Comment