Wednesday, 13 November 2013


                                               líggin 


Bólkur 4 (Bjørk og Sissal): “Líggin” hjá Ray Bradbury. Gerið fyrst ein stuttan samandrátt av søguni.



Stuttsøgan “Líggin” eftir Ray Bradbury er um eina familju, ið av óvart kemur til ein bóndagarð. Maðurin í familjuni ætlar inn í bóndagarðin at bidda, men finnur ein deyðan mann við einum líggja undir liðini á sær. Á líggjanum stendur skrivað : “HANN SUM VALDAR MÆR, VALDAR HEIMIN”. Umframt hetta, liggur eitt bræv, har deyði maðurin letur honum, sum finnur hann, garðin og allar ognir hansara. Maðurin og familja hansara flyta inn, og liva væl av tilfeingi garðsins.
Á garðsins øki, er ein kornakur. Kornakurin er stórur, og óansæð hvussu nógv maðurin slær hann, er alt voksið upp aftur dagin eftir.
Ein dagin tá maðurin slær akurin við líggjanum, hoyrir hann rødd mammu sína. Hann skilur, at líggin og kornakurin eru ikki vanligir. Hann skilur, at líggin er Líggin hjá Deyðanum, og at hvørt aks umboðar eitt mannalív. Tá maðurin finnur útav hesum, noktar hann at sláa akurin. Eina nátt stendur hann í akrinum og slær. Hann veit ikki hvussu hann er komin út hagar. Hann leggur til merkis, at húsini hjá honum standa í ljósum loga. Tá eldurin er fánaður leggur hann til merkis, at familja hansara ikki er deyð.. men tey eru eiheldur livandi. Tey eru í limbo. Hann veit, at hann noyðist at sláa akurin, til tess at loyva teimum, og øllum øðrum, úr limbo. Hann slær akurin, og jarðar familju sína. Eftir hetta slær hann akurin alt samdøgrið. Hetta merkist í Bikini, Hiroshima o.s.fr.

Lýsið hvussu rithøvundurin nýtir kornið, akurin og líggjan sum symbol og mytu.

Rithøvundurin nýtur kornið sum eitt symbol uppá mannalív, akurin sum eitt symbol uppá heimin, og líggjan sum eitt symbol uppá deyðan. Hann tekur støði í mytuna um Thanatos, ella “manden med leen”, men heldur enn at gera hann ómenniskjaligan og kaldan, ger Ray Bradbury deyðan menniskjaligan og “vanligan”.
Hann ger hann til ein persón, heldur enn eina mytu. 

No comments:

Post a Comment