Eitt sindur meira um líggjan
Hvar fer sálin, tá lívið á fold brátt endar? Er lívið lagt
framman undan? Munna ókendar kreftir millum kosmos og kaos stýra okkara lívi?
Er lagnan loygd framman undan? Hesar spurnigar hevur menniskja altíð grundað
yvir.
Ray Bradburry roynir at svara hesum spurningum í stuttsøguni
"Líggin". Søgan snýr seg um eitt fátakt húski. Tey eiga ikki so mikið sum eitt
klovið oyra. Vegna teirra armóð verða tey noydd at fara frá húsi og heimi. Tað
einasta tey hava eftir er bilurin. Í fleiri dagar koyra tey uttan mið og mál. At enda koma tey
til ein garð. Konan biður mann sín fara at bidda um ein lítlan bita, tí børnini
eru vorðin so svong. Maðurin, Drew, fer síðani at bidda, men komin inn í húsið finnur hann ein
deyðan mann. Á køksborðinum liggur ein seðil, á honum stendur at deyði maðurin
letur húsið og ogn sína til tann fyrsta, ið kemur fram á húsið. Húskið ger so
av at flyta inn. Uttanfyri garðin er ein gyltur kornakur. Maðurin ger av at
fara út at skera kornið, men hvørja ferð hann slær, rotnar tað. Maðurin heldur
hetta verða ógvliga løgið, tí tá hann sker, hoyrir hann hvin og skrýggj. At
enda finnur hann útav, at líggi hansara er deyðin, og at stráini eru menniskju.
Sostatt ger maðurin av, nær fólk skula doyggja.
Søgan er skrivað í 3. persóni. Forteljarin er alvitandi. Tað
kundi verið, at forteljarin er kosmos og kaos krefturnar, ið ráða yvir
alheiminum. Forteljarin veit alt, ið hendir, áðrenn tað søgan tekur form.
Allatíð verður lagt upp til ein óhugnaligan enda, og søgan berur brá av
mystikki.
Spenningurin byggist upp, sum søgan tekur skap. Fyrst hevur
søgan heldur syrgiligt huglag, húskið er fátækt. Síðani gerst tað óhugnaligt,
tá Drew finnur deyða mannin, eisini tá hann fær líggjan. Eftir hetta gerst
huglagið hugnaligari, tá korini hjá húskinum alsamt gerast betri.
Líggin hevur gjøgnum øldir symboliserað deyða.
Líggin er jú amboðið, ið verður nýtt at kvetta stráð av við. Samstundis týðir
hann eisini lív, líggin er jú alneyðugur fyri at menniskja skal kunna breyðføða
seg. Í stuttsøguni hjá Ray Bradburry týðir líggin beinleiðis deyða, hann er
amboðið, ið verður nýtt at kvetta øksini við, so tey menniskju, hvørs síðsti
tími er komin kunna fara hiðani frá. Vit síggja jú, at tá maðurin noktar at
skera akurin, doyggja menniskjuni ikki. Millum annað liggja kona og børn
hansara í koma, tá tey áttu at latið lív í eldinum. Maðurin vil ikki skera
akurin, tí hann vil ikki gera av hvør skal doyggja ella ikki. Tó er ein hægri
makt, ið stýrir honum. Hann fær ikki latið vera. Út frá hesum kunna vit
staðfesta, at Ray Bradburry heldur, at jacta alea est - terningurin er
kastaður. Í hesum orðum liggur, at menniskjans lagna er løgd framman undan, har
eru kosmos og kaos kreftir, ið stýra tess lívi. Also, er lagnan hjá Drew løgd
framman undan. Sostatt var tað allatíðina ætlað, at hann skuldi geras ein
persónsgerðing av deyðanum.
Kornið í stuttsøguni symboliserar alla menniskja ættina. Eitt aks
verður ofta sett í samaband við lív og frugtbærheit, tí kornsins lívssyklus er
tann sami, sum hjá einum menniskja. Fyrst er kornið eitt fræ, eins og menniskja
er sáð. Eftir hetta grør aksið, eins og menniskja fer í gjøgnum tey 4. stadini:
barn, tannáringur, vaksin og gamal. Síðani doyr tað og rotnar í moldini.
Rotnaða holdið skapar gróðrarbotn, so nýtt lív aftur kann spíra.Vit síggjA jú, at heimurin steðgar upp og legst í djúpan dvala, tá Drew noktar at skera kornið. Hetta fær lesaran at hugsa, at deyðin er alneyðugur fyri at javnvágur skal ráði í alheiminum. Sostatt eru hægri kreftir, ið ráða millum kosmos og kaos.
Skrivað hava: Jóna, Bjørt og Anna Malan
No comments:
Post a Comment